|
|
Hetta hevur alla tíðina síðani vit byrjaðu, verið ein tíðandi partur av okkara arbeiði
Vit hava millum ár og dag lagt nógvar flisar, betongsteinar, tigulsteinar (hart brendir múrsteinar),chaussè-steinar, brúgvasteinar, aðrar natúrsteinar, asfalt v.m. Uppgávurnar hava verið t.d Størri flisapláss og ”torg”, innkoyringar, tún, terassur, gjørt gøtur o.m.a ymsa staðni í landinum.
Av arbeiðum gjørd kann nevnast:
- Við standmyndina av ”Tróndur í Gøtu” føroyskir basalt-flisar í fallandi longdum (Norðragøta), 2008
- Alt øki kring "Mentanarhúsið" Harragarðssteinar og indskir chaussè-steinar(reyðir) og portugiskir granitt-kantsteinar (ljóst gráir) (Fuglafirði) 2005 og torg Harragarð/reyðir indiskir chaussè (á Kambsdali). 2001
- ”Vesturstova” 30x30 cm betong flisar (grátt) lagt saman við tigulsteinum(myrkt brúnir/svartir) í mynstur. (Fuglafjørður) 2007
- Privat arbeiði. Tit kunnu hyggja eftir myndunum og síggja tey ymisku arbeiðini vit hava gjørt. 2000 -
| |
|
|
|
|
