GRAS



 

Anlegg av grasvallum: Hetta fer serliga fram um summarmánaðirnar, frá um apríl/mai til august. Vit hava stutta vakstrartíð her á landi og várið byrjar ofta seint, ofta hendir tað, at tað verður kaldari í veðrinum og støðgur kemur í vøksturin. Tí byrja vit at gera grasplenur, tættari móti sumrinum. Og um ein grasplena verður sádd seint um summarið/heyst, hendir ofta at grasið gevst at vaksa, og kemur ikki í gongd fyrr enn næsta vár Men í høvuðsheitum er tað veðrið sum bestemmar hitin, sól og væta.

Grasflag/Rullugras: Eitt alternativ, um tit ikki hava tíð at bíða… Grasrullur sum koma uttanlanda frá blíva lagdar á økið, sum er forarbeitt og planerað. Hetta gevur eina grasplenu, sum kann brúkast forholdsvís skjótt og næstan uttan ókrút. Havi higartil haft góðar royndir við hesi loysn. Grassláðing: Vit hava økt um viðlíkahaldspartin. So seinastu 2 árini hava vit økt um tann ”grøna” partin og eru farin at røkta grøn økir. Hava avtalur við bæði privat og fyritøkur um at vit koma út og sláa grasøkir hjá teimum regluliga

Ymsar uppgávur: