Í mangul uppá eitt føroykst orð fyri "belægning", sum er eitt felags (DK) orð fyri tað, sum verður lagt sum slitlag/ovast á tún, terassur, vegir v.m. Tað kann vera at onkur finnur uppá eitt nøktandi orð fyri "belægningar". Her er nevnt nakað av tí vit arbeiða við:
-
Flisar og betongsteinar. Her er eitt hav av ymiskum sløgum, sniðum og støddum at velja í millum. Vøruroyndir og faldarir kunnu síggjast í teimum ymisku timburhandlunum. Nakað av úrvalinum sæst á myndunum á síðuni.
-
Náttúrsteinar, brúgvasteinar, chaussè-steinar (minnu brúgvasteinar), granitt og basaltflisar, steinseting við bøllutum natúrsteinum
-
Tigulsteinar. (múrsteinar) hetta eru meira ella minni brendir leirsteinar. Teir sum eru meira brendir hava meira styrki.
-
Timburterassur er eisini nógv brúkt, og her kann veljast millum ymisk hørð trø og trystviðgjørdan við. Seinastu árini er lerkur eisini nógv brúktur.
-
Annar belegningur kann nevnast: Grasarmering (gras sum kann koyrast inn á við bilum), Skervur (fæst í nógvum litum), asfalt og oljugrús o.a
