Stór trø: Stór trø sum hava staðið á plantuskúla í nøkur ár og eru klipt til í rótini og krúnu, so tey tola at vera flutt, sjálvt um tey eru komin upp í eina ávísa hædd. Danir kalla hesi trø ”vejtræer”. Nevnast hann ”Mentanarhúsið” í Fuglafirði, har nøkur Ahorn uml 15 ára gomul eru sett.
Súrbotnsbed: Plantur sum verða settar her eru vanliga Rhododendron, azalia, lyngur o.a. Nógvar av plantunum eru heilársgrønar. Blóma vanliga um várið
Hekkur: Gyrðing vanliga nýtt rundan um hús, har seyðir ikki sleppa til. Verður sett í eina ella tvær rekkjur av eins runnum vera í linju t.d har ein grasplena endar móti markinum til veg ella nábúgva Sløg sum eru nógv nýtt í Føroyum eru Blómu og fjallaribes, Pílur, Olearia, Lerkur, Bók kann eisini brúkast.
Lívdál: Størri og minni øki við trøum og runnum. Sum við tíðini skulu skapa lívd. Arbeiðir gjørd:
- Eitt nú kann nevnast "Fuglafjarðar kommuna" og "Havsbrún" í bakkanum omanfyri "Havsbrún" eitt øki um 2000 fermetur, tætt plantað í grasøki (plantað 2003)
- "Eiðis kommuna" við vatnið út móti fótbóltsvøllinum
- "Føroya Tele" millum nýggja "Føroya Tele bygningin" og bilasølu (2004), og nýggja øki hjá FT við tennisvøllin, gjørt í 2006 o.a.
Staudir: Urtir, sum koma upp aftur ár eftir ár, summar blíva settar fyri blómurnar og arðar fyri bløðini sum kunnu vera sermerkt.
Blómuleykir: Nevnast kann tær mest vanligu Krokus, tulipanir og páskaliljur, verða settar um heystið og vetur, blóma frá tíðliga um várið og út móti summri. Bed við staudum, blómuleykum og summarblómum. Hetta verður ofta gjørt í samband við aðrar anleggsuppgávur, so sum har ein flisaterassa verður gjørd og restaurering av gomlum gørðum har koma blómur væl til sín rætt og skapa eitt vakurt umhvørvi.

