Urtagarðsrøkt:
Vit taka okkum av allari vanligari urtagarðsrøkt, so sum at lúka ókrút og óynsktan vøkstur, tynna út í staudubedum, flyta plantur, seta nýtt niður, velta av nýggjum, leggja mold, gera blómubed meira viðlíkahaldsfrí og annað gartnaraarbeiði í urtagørðum og grønum økjum sum treingja til eina hond.
Vit bjóða fram tænastu innan urtagarðsrøkt: hetta verið seg lúking, planting, at rudda rundan um hús, og annars alla vanliga røkt av urtagørðum og grønum økjum. Kundar okkara eru: Privatfólk, sum vilja hava hjálp til urtagarðin, hús sum verða leigaði út, viðlíkahald av grøvum og kirkjugørðum, stovnar, virkir og fyritøkur, kommunur o.o. vit kunnu eisini gera fastar avtalur við kundar, um td at sláa grasplenuna gjøgnum summarið, og lúka tá tørvur er á tí.
At sláa gras er eisini eitt arbeiði vit átaka okkum, tað kann vera eina ella fleiri ferð í vakstrartíðini, ella vit gera eina avtalu um, at vit koma og sláa gras tá tørvur er á tí.
Tit eru vælkomin at ringja, um tað er nakað tit ivast í um vit kunnu gera, tað kann vera at ov nógvur mosi er í grasplenuni, leggjast nýggjur skervur á túnið, garðurin skal málast o.s.v

